Hallur ársins leikari

Hallur ársins leikari
Hallur Hansson fekk gullgagguna á ársveitsluni hjá Horsens í gjárkvøldið
Hallur gjørdist toppskjútti á liðnum hetta kappingarár við 7 málum
 
23.05.2019 - 08:59

Føroyski landsliðsleikarin, hallur Hansson, var gjárkvøldið kosin ársins leikari hjá AC Horsens farna kappingarár. 

Tað skrivar felagið á Instagram vanga sínum her.

 

yvirlivdi

AC Horsens endaði í niðaru helvt í bestu fótbóltsdeildini í Danmark. og hevur tí spælt fyri varðveita plássið í deildini komandi kappingarár. 

Tað eydnaðist teimum, meðan Vejle Bóltfelag, liðið hjá Viljormi Davidsen flytur niður.

Hallur Hansson kappaðist við Mads Juel Andersen og Michael Lumb um heiðurin. 

 

Landsdyst

Næst á skránni hjá Halli er landsdysturin móti Spania 7. mai. 

landsliðið verður úttikið týsdagin í komandi viku. 

Hallur Hansson hevur verið fastur maður á liðnum, tá skaðar ikki hava darvað. Sum skilst eru Hallur Hansson og Horsens enn í samráðingum um nýggjan sáttmála. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053