Trump í handilskríggj við Meksiko

Trump í handilskríggj við Meksiko
Amerikanski forsetin ætlar at leggja fimm prosent toll á allar vørur úr Meksiko
Eftir ætlan hækkar tollurin til 25 prosent 1. oktober, um Meksiko ikki vil hjálpa Usa at steðga tilflytingini við markið millum londini
 
31.05.2019 - 07:42

Amerikanski forsetin leggur nú trýst á Meksiko. Í eini roynd at trýsta Meksiko til at hjálpa sær at steðga tilflytingina til USA við markið millum londini, boðar forsetin nú frá, at 10. juni verður ein tollur á fimm prosent lagdur á allar vørur úr Meksiko.

Tað boðar Donald Trump forseti frá á Twitter.

 

 

Forsetin lýsti fyrr í ár undantaksstøðu í Usa í eini roynd at fáa fíggingingina til at byggja múr á markinum millum londini. Tað er við heimild í somu undantaksstøðu, at Trump forseti nú leggur toll á alla meksikanska vøru.

Meksiko svarar aftur

Tað er ikki greitt enn, hvussu meksikanar svara aftur. Sambært meksikanska sendimanninum  Norðuramerika, Jesus Seade, noyðist Meksiko at svara aftur við líknandi tiltøkum.

BBC skrivar, at Trump forseti ætlar at hækka tollin 5 prosent um mánaðin til 1 oktober, tá tollurin á allar meksikanskar vørur verður fastlæstur á 25 prosent.

Rættiliga nógvar amerikanskar fyritøkur framleiða sínar vørur í Meksiko. Eitt nú verða hundratúsundtals amerikanskir bilar framleiddir í Meksiko.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858