Frederiksen skal hjálpa Grønlandi

Frederiksen skal hjálpa Grønlandi
Danska játtanin til almannaøkið í Grønlandi skal hækka. Tað eru boðini frá júst endurvalda grønlendska fólkatingsliminum Aaja Chemnitz Larsen
 
09.06.2019 - 10:11

Boðini frá fólkatingsliminum úr IA eru til eina nýggja danska stjórn, sum enn ikki er skipað.

Hin grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Mathilda Høegh-Dam, sum er vald fyri flokkin Siumut, stuðlar kravboðunum, sum eru stílað beinleiðis til Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum.

Í Grønlandi í dag er fimta hvørt barn kynsliga misnýtt, og í Grønlandi vilja tey nú hava ein vanlukkugrunn settan á stovn, millum annað við pengum úr Danmark.

Tað varð samtykt í grønlendska landstinginum týsdagin, altso dagin fyri fólkatingsvalið. Danmark skal hjálpa til, tá talan er um misnýttu børnini, samtykti meirlutin í landstinginum, tó uttan at nágreina neyvt, hvussu henda hjálpin skal koma til sjóndar.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av sendingini Býurin, har børn hvørva, sum Danmarks Radio gjørdi. Sendingin vísir millum annað, hvussu børn og ung í býnum Tasiilaq í áravís hava biðið um sálarfrøðiliga hjálp frá kommununi, tí tey eru misnýtt, men hjálpina hava tey ongantíð fingið.

Samstundis fáa tey, sum fremja kynsligu misnýtsluna, so at siga onga professionella hjálp og tí kann misnýtslan í versta føri halda fram.

- Ættarlið eftir ættarlið kennir til kynsliga misnýtslu. Tað oyðileggur lív og førir til misnýtslu og sjálvmorð, skrivar Aaja Chemnitz Larsen millum annað til í einum telduposti til Ritzau.

Tað er Ráðið fyri fólkaheilsu, sum síðsta mánað kunngjørdi hagtølini um, at fimta hvørt barn í grønlandi er kynsliga misnýtt. Somu hagtøl siga eisini, at triðja hvørt barn, sum er føtt í nítiárunum er uppvaksið í einum heimi, sum er merkt av rúsdrekka misnýtslu og harðskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241