Avrætta fólk, sum ikki hava verið í rættinum

Avrætta fólk, sum ikki hava verið í rættinum
Norðurkorea avrættar fólk í skúlagørðum og á marknaplássum, sambært nýggjari frágreiðing
Stýrið hjá Kim Jong-un í Norðurkorea hevur framt 323 avrættingar seinastu árini, stendur í nýggjari frágreiðing
 
12.06.2019 - 08:30

Suðurkoreiski felagsskapurin, Transitional Justice Working Group, stytt TJWG, hevur gjørt samrøður við 610 norðurkoreiskar avhopparar, sum hava greitt frá tí, tey hava sæð í sambandi við avrættingar í afturlatna landinum.

Í niðurstøðu í nýggju frágreiðingini frá suðurkoreiska felagsskapinum stendur millum annað, at Kim Jong-un og stýrið hjá honum í Norðurkorea hava framt 323 avrættingar seinastu árini.

25 hópgravir funnar

Avrættingarnar verða, sambært TJWG, framdar á almennum støðum - eitt nú á marknaplássum og í skúlagørðum, og tey, sum verða avrættað, hava ikki verið í rættinum fyrst.

Ofta eru fleiri hundrað áskoðarar, og almeningurin hevur ikki loyvi at filma ella taka myndir av avrættingunum. TJWG skrivar í frágreiðingini, at í Norðurkorea eru 25 hópgravir funnar, har offur sum eru avrættað, eru grivin ella brend. 

Vanligu brotsverkini, sum enda við deyðarevsing, eru manndráp, drápsroynd, menniskjahandil, at stjala kopar ella neyt, stendur í frágreiðingini, sum Washingon Post og New York Times hava endurgivið burtur úr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609