– Europaráðið má styrkjast

– Europaráðið má styrkjast
Hóttanin ímóti mannarættindunum veksur, eisini í Europa. Neyðugt er at styrkja Europaráðið, heldur skjótt fyrrverandi aðalskrivarin í ráðnum
 
26.06.2019 - 16:20

Tað segði aðalskrivarin í Europaráðnum, Thorbjørn Jagland, í síni seinastu røðu fyri umboðum frá teimum 47 limalondunum í ráðnum. Hann fer frá í dag, eftir at hava verið aðalskrivari síðani í 2009.

10 europeisk lond stovnaðu Europaráðið í 1949, teirra millum Danmark og endamálið var at styrkja altjóða samstarv og frið eftir seinna heimsbardaga.

Síðani hevur stovnurin arbeitt fyri mannarættindum, og tók stig til mannarættindakonventónina sum varð samtykt í 1950. Hon er grundarlag fyri europeiska mannarættindadómstólinum.

Nýggjur aðalskrivari veljast í dag

Í røðuni segði Thorbjørn Jagland, at stovnurin hevur virkað fyri friði og støðugari menning í Europa. Men hann kom samstundis við ávaringum.

Millum annað ávaraði hann um at dómstólar verða lagdir undir politisku skipanina, økt trýst á tíðindafólk og onnur sum gera vart við seg, og øktu atfinningarnar frá teimum víðgongdu ímóti mannarættindadómstólinum.

Nýggjur aðalskrivari skal veljast í dag, og í uppskoti eru: Marija Pejcinovic Buric úr Kroatia og Didier Reynders úr Belgia. Nýggi aðalskrivari í Europaráðnum tekur við 1. oktober, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708