Varðin í Gøtu sítt ringasta úrslit í sjey ár

Varðin í Gøtu sítt ringasta úrslit í sjey ár
Varðin hevði 125 milliónir í yvirskoti, men talan er um ringasta úrslitið síðani 2012
 
13.07.2019 - 16:50

Reiðaríið Varðin í Gøtu hevði 125 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Hóast talan er um stórar upphæddir, so er úrslitið hjá Varðanum tað ringasta síðani 2012.

Í 2017 hevði Varðin 182 milliónir krónur í yvirskoti. Árið fyri var yvirskotið 214 milliónir, og í 2015, 2014 og 2013 var yvirskotið ávíkavist 185 milliónir, 145 milliónir og 130 milliónir krónur.

Í 2018 gjørdist yvirskotið sum nevnt 125 milliónir krónur. Varðin er móðurfelagið hjá reiðaríunum, sum eiga skipini Tróndur í Gøtu, Jupiter, Finnur Fríði, Tummas T og Høgiklettur.

Eisini eigur Varðin 76 prosent av uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic, helvtina av fyritøkuni Faroe Origin, umframt at felagið eigur í øðrum feløgum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858