Vil ikki tilnevna ES-nevndarlim

Vil ikki tilnevna ES-nevndarlim
Tað verður uttan ein bretskan ES-nevndarlim, tá nýggja ES-nevndin tekur við
 
25.07.2019 - 17:02

Tað segði nýggi forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, seinnapartin, sambært dansku sjónvarpsstøðini, TV2.

– Vit fara ikki at tilnevna ein nýggjan bretskan ES-nevndarlim, segði Boris Johnson á fyrsta fundinum, sum forsætisráðharri í bretska undirhúsinum.

Hetta bleiv sagt í sambandi við ætlanirnar hjá nýggja forsætisráðharranum um at fáa Bretland úr ES í seinasta lagi 31. oktober í ár. 

Til reiðar at fara úr ES uttan avtalu

Verður Brexit skotið út, má Stórabretland tilnevna eitt ES-umboðsfólk, og tað vil Boris Johnson ikki. 

Hann hevur áður sagt, at hann er til reiðar at fara úr ES uttan eina avtalu, og í sínu røðu í Undirhúsinum gjørdi hann eisini greitt, at uppskotið hjá Theresu May um avtalu ikki hevur lagt fram aftur. 

Boris Johnson bleiv í gjár innsettur, sum forsætisráðharri, og hann hevur sostatt avloyst Theresu May.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531