Trygdargrunnur ikki fyri føroyskar ferðir

Trygdargrunnur ikki fyri føroyskar ferðir
Tá ferðin byrjar í Føroyum, og hon verður seld í Føroyum, tekur Rejsegarantifonden ikki við
Ein grunnur, sum loftar ferðafólki, bleiv aktuellur, tá ferðaskrivstovan WeTravel fór í gjaldsteðg fyrr í vikuni.
 
02.08.2019 - 12:08

Føroyskar ferðaskrivstovur kunnu bara vera limir í danska Rejsegarantifonden, um tær selja ferðir sínar til danir, sum ferðast úr Danmark.

Tá ferðin byrjar í Føroyum, og hon verður seld í Føroyum, tekur Rejsegarantifonden ikki við.

Tí ferðaskrivstovur í Føroyum, sum selja ferðir í Føroyum, kunnu ikki vera limir í Rejsegarantifonden, sigur Christian Ejholm Hansen hjá Rejsegarantifonden við Útvarpið.

Tó eru Smyril Line og Atlantic Airways limir, men tað er tí, at feløgini hava skrivstovur í Danmark og selja ferðir í Danmark.

Í Føroyum er ikki, sum í flestu øðrum londum í Evropa, nakar grunnur, sum loftar ferðafólki, tá ferðaskrivstovur fara í gjaldsteðg og á húsagang.

Christian Ejholm Hansen sigur, at Rejsegarantifonden hevur fingið nógvar fyrispurningar úr Føroyum seinastu dagarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329