Løgreglan: Talan var um eitt álop

Løgreglan: Talan var um eitt álop
Spreingingin uttan fyri bygningin hjá Skattastýrinum í Keypmannahavn í gjárkvøldið var eitt álop
Mynd: DR  
 
07.08.2019 - 10:36

Tað sigur sjefpolitiinspektørurin hjá løgregluni í Keypmannahavn, Jørgen Bergen Skov, sambært danska kringvarpinum, DR.

– Onkur hevur lopið á bygningin við vilja, segði hann á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Tvey fólk í bygninginum

Tvey fólk vóru stødd í bygninginum hjá Skattastýrinum, tá spreingingin var um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið. Hvørgin fekk skaða.

Løgreglan heldur ikki, at spreingingin varð ætlað nøkrum ávísum. Ein persónur, sum var staddur nærindis bygningum, tá spreingingin var, fór á skaðastovuna við snuddum. 

Jørgen Bergen Skov sigur eisini, at enn ber ikki til at siga, hvat elvdi til spreingingina. Spreingingin var uttan fyri inngongdina til Skattastýrið, sigur løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672