Stongdu hólmin - nú síggjast fleiri lundar

Stongdu hólmin - nú síggjast fleiri lundar
Tað var beinanvegin meiri lundi at síggja, tá gøtan í Mykineshólmin herfyri varð stongd
Lundalandið í Mykinesi hevur verið stongt fyri ferðafólki í tvær vikur
 
07.08.2019 - 19:40

Lundalandið í Mykinesi hevur verið stongt fyri ferðafólki í tvær vikur, og beinanvegin hevur verið meira at sæð av lundanum, sum hevur støðast betur.

Tað sigur Heini Heinesen, eigari og ferðaleiðari, sum eisini er limur í Ramsar-nevndini, í samrøðu við útvarpið. 

Hann heldur ongan iva vera um, at tað hevði verið nógv betri fyri lundan, um lundalandið í Mykinesi varð stongt fyri ferðafólki. 

 >> SÍ EISINI Mykineshólmur stongdur fyri ferðafólkum

Tvær vikur í juli fekst eisini sjón fyri søgn, at tað hevði gjørt mun fyri lundan, sum annars er illa fyri, sigur Heini Heinesen.

Lundalandið í Mykinesi varð stongt fyri fólki, tí tað var so vátt, frá um miðjan juli til eftir ólavsøku. Og tað sást beinanvegin, at hetta hóvaði lítla lundanum sera væl.

Tá grannastevna samtykti í Mykinesi, at 100 krónur skuldu takast frá fólki fyri at fara út í Mykineshólm, varð samstundis sagt, at góðkendur ferðaleiðari skuldi fylgja við ferðafólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531