- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helst dynamitt-líknandi spreingievni

Spreingievnið, sum varð brúkt, tá ein bumba brast uttan fyri skattadeildina á Eysturbrúgv í Keypmannahavn týskvøldið, var eftir øllum at døma eitt serligt slag av dynamitti.
Spreingievnið verður rópt brisant-spreingievni. Danska kringvarpið, DR, skrivar, at hetta slag av spreingievni verður brúkt til hernaðarendamál og í byggivinnuni.
Løgreglan fingið 120 fráboðanir
Mick Stenkjær frá serligu lóðurdeildini í donsku verjuni, sigur við DR, at skaðarnir á bygninginum prógva, at talan ikki var um eina sterka krysantemum-bumbu, sum er lættari at fáa hendur á hjá vanligum fólki.
Skaðarnir benda á, at talan er um brisant-spreingievni, sum krevur spreingiperlu. Danska løgreglan hevur higartil fingið yvir 120 fráboðanir frá fólki í sambandi við spreingingina.
Løgreglan í Keypmannahavn vil tó einki siga enn um, hvussu hesar fráboðanirnar hava ávirkað kanningararbeiðið hjá løgregluni.


























