Noreg: Maður ákærdur fyri skotálop og dráp

Noreg: Maður ákærdur fyri skotálop og dráp
Eitt skotálop var í gjár í einari mosku í Bærum í Noregi. Seinni um kvøldið varð ein kvinna eisini funnin deyð í býnum
Mynd: Terje Bendiksby/NTB Scanpix  
 
11.08.2019 - 11:33

Eitt skotálop var í einari mosku í Bærum í Noregi í gjár; eitt fólk kom til skaða. Løgreglan handtók stutt eftir ein hvítan, ungan mann.

Maðurin býr í nærumhvørvinum, og hann hevur eftir øllum at døma havt tilknýti til ein bústað í Bærum seinastu árini, har løgreglan fór inn seint í gjárkvøldið og fann eina deyða kvinnu.

Hvørki játtað ella noktað seg sekan

Maðurin er nú ákærdur fyri at hava dripið kvinnuna, umframt drápsroyndina í moskuni í Bærum. Ákærdi maðurin og deyða kvinnan, sum sigst vera ung, eru skyldfólk.

Ákærdi maðurin vildi ikki geva nakra frágreiðing, tá hann varð avhoyrdur í nátt. Hann hevur tískil heldur ikki játtað ella noktað seg sekan.

Maðurin er høgravíðgongdur, og løgreglan hevur funnið fleiri upplegg á netinum, har maðurin millum annað gleðist um álopini í Christchurch, El Paso og San Diego.

Øll løgreglufólk í Oslo vápnað

Ein talsmaður fyri Islamic Cultural Centre í Noregi sigur, at tey hava eitt hátíðarhald í moskuni í Bærum í dag hóast alt.

Løgreglan syrgir fyri øktari trygd við moskuna. Trygdin við moskuna í Oslo er eisini økt, og øll løgreglufólk í Oslo eru vápnað.

Moskur og løgregla kring alt landið eru biðin at seta fyribyrgjandi arbeiði í verk í sambandi við eid hátíðarhaldið í dag, men fyribils eru ongar hóttanir, sigur løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533