Óttast ikki útlendska kapping

Óttast ikki útlendska kapping
Tíðindini um, at russar í komandi árum fara at økja munandi um sína laksaframleiðslu, fær ikki føroyskar alarar at missa svøvnin
Nýggj kapping úr Russlandi er ikki nakað at óttast, sigur stjórin í alifyritøkuni Luna
 
13.08.2019 - 14:08

Eftirspurningurin eftir laksi veksur nevniliga eins skjótt og framleiðslan. Russland hevur í fleiri ár verið størsti útflutningsmarknaður fyri føroyskan alilaks.

Men skjøtil er nú settur á eina verkætlan, ið skal økja um laksaframleiðsluna í Russlandi, og hetta skal gerast, við at menna alingina á sjógvi, men eisini á landi.

Útvarpið bar í gjár tíðindini um, at Russland áðrenn 2030 ætlar at framleiða umleið 180.000 tons av laksi árliga. Hetta svarar til umleið tríggjar ferðir samlaðu føroysku framleiðsluna í 2018. 

 >> SÍ EISINI Størsta útflutningslandið alir nú sjálvt

Niels Winther, ráðgevi hjá Havbúnaðarfelagnum, sigur, at í løtuni eru enn bæði kostnaðarligar og lívfrøðiligar avbjóðingar við at ala á landi, heilt til laksurin er klárur til tøku.

Tó eru fleiri verkætlanir, eitt nú í Florida í USA, sum væntast at senda laks á marknaðin í næstum, sum ongantíð hevur svomið í havinum.

Avbjóðingin er framhaldandi at vera kappingarfør við góðsku og prísi sigur Niels Winther, men aling á landi, nærri at marknaðinum, kann sjálvandi hava fyrimunir við sær, tí flutningskostnaðurin minkar.

Avmarkaðan týdning

Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna, heldur ikki at tað er nøkur stórhending, at tað nú verður alt á landi í Russlandi, tí tað er einans eitt kappingarøkið aftrat ímillum fleiri onnur.

Hann sigur, at stuttskykt hevur tað lítið at siga, men yvir longri tíð mugu bæði vinna og mynduleikar gera sítt ítarsta til at vera kappingarfør. 

– So leingi vit eru kappingarfør í Føroyum, er nýggj kapping úr Russlandi ikki nakað at óttast, sigur Atli Gregersen, sum er stjóri í alifyritøkuni Luna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097