Tvær handtøkur afturat

Tvær handtøkur afturat
Nú eru tilsamans fýra persónar skuldsettir í málinum um spreingina uttan fyri bygningin hjá Skattastýrinum í Keypmannahavn
 
22.08.2019 - 09:45

Svenska løgreglan hevur tikið tveir menn aftrat í málinum um spreingingina uttan fyri bygningin hjá Skattastýrinum í Keypmannahavn 6. august.

Tað skrivar svenska blaðið, Sydsvenskan. Løgreglan í Keypmannahavn hevur váttað tíðindini. Óvist er, um teir báðir menninir játta ella nokta seg sekar.

Ein framvegis eftirlýstur

Nú eru tilsamans fýra persónar skuldsettir í málinum. Tríggir sita í varðhaldi, og ein gongur leysur, hóast hann hevur verið eftirlýstur um allan heim. 

Rætturin í Malmø avgjørdi fríggjadagin, at ein 22 ára gamal maður, sum situr varðhaldsfongslaður, skal útflýggjast Danmark. Óvist er, um maðurin fer at kæra avgerðina um at verða útflýggjaður.

Eitt fólk fekk skaða av spreingingini uttan fyri bygningin hjá Skattastýrinum í Keypmannahavn 6. august. Klædningurin á bygninginum fekk stóran skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392