Alt talt upp: Jørgen vann valið

bannari
Alt talt upp: Jørgen vann valið
Fólkaflokkurin er stóri sigursharrin á valinum og fær átta tinglimir. Alt bendir á eina borgarliga samgongu
 
31.08.2019 - 23:04

Endaliga uppteljingin er av. Persónligu atkvøðurnar eru ikki taldar endaliga upp enn, men øll valstøðini eru tald upp. Fólkaflokkurin fær 8 tinglimir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa sjey tinglimir, Tjóðveldi seks, meðan Miðflokkurin og Framsókn fáa tveir. Sjálvstýri fær bert tann eina tinglimin. 

Borgarligt val

Úrslitið bendir á, at samgonga verður millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og so onkran av smáu flokkunum, møguliga fleiri. Brennandi spurningurin nú er, um Aksel V. Johannesen velur at leggja frá sær, ella um hann ger eina roynd at skipa samgongu við Sambandsflokkinum og smáu flokkunum. Hetta tykist tó vera lítið sannlíkt. 
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711