Føroyskt oljufelag fingið sekt frá keypsskála

Føroyskt oljufelag fingið sekt frá keypsskála
Oljufelagið Atlantic Petroleum fekk í juni 181.108 kr. í sekt frá danska keypsskálanum fyri at bróta reglurnar, sum eru galdandi fyri keypsskálan
Atlantic Petroleum hevur verið ov seint á veg við upplýsingum til keypsskálan.
 
03.09.2019 - 11:55

Oljufelagið Atlantic Petroleum fekk í juni 181.108 kr. í sekt frá danska keypsskálanum fyri at bróta reglurnar, sum eru galdandi fyri keypsskálan.

Sektin er goldin, sigur stjórin í Atlantic Petroleum, Mark T. Højgaard, við Útvarpið.

Hann bleiv stjóri í felagnum í mai í ár. Brotini vórðu gjørd, áðrenn hann bleiv stjóri.

Mark T. Højgaard sigur, at hetta fer ikki at endurtaka seg.

Talan er um seks brot, sum Atlantic Petroleum hevur fingið sekt fyri.

Ov seinar fráboðanir

Felagið hevur boðað keypsskálanum ov seint frá um innanhýsis vitan og um aðrar upplýsingar um felagið.

Talan er millum annað um fíggjarálmanakkan fyri 2019. 

Hann kom ikki fyrr enn 8.januar, men skuldi koma fyri nýggjár.

Keypsskálin fekk at vita, at stjórin tá í Atlantic Petroleum var burturstaddur, og tí kom fíggjarálmakkin ikki fyrr enn 8.januar.

Men ta umberingina góðtekur keypsskálin ikki.

Í grunn

Føroyska oljufelagið hevur millum annað eisini fingið sekt fyri at koma ov seint við roknskapinum fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Talan er tó bara um tríggjar dagar.

Annars er talan um upplýsingar um eina oljuleið og viðkvæmar niðurstøður úr einari frágreiðing hjá Erhvervstyrelsen.

Atlantic Petroleum, sum varð stovnað í 1998, hevur verið skásett síðani 2005.

Sektin fer í ein grunn, Nasdaq Nordic Foundation, sum stuðlar gransking.

Síðani í mai í ár hevur ikki borið til at keypa og selja partabrøv í Atlantic Petroleum í danska keypsskálanum. 

Sektin er tað sama sum tað kostar at vera skrásettur í tvey ár í keypsskálanum í Keypmannahavn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025