Eingi framstig í Brexit-tingingum

Eingi framstig í Brexit-tingingum
Stórur vandi er fyri, at Bretland fer úr ES 31. oktober við ongari avtalu
ES hevur ongan áhuga fyri, at bretar fara úr samveldinum við ongari avtalu, sigur Jean-Claude Juncker, ES-nevndarformaður
Mynd: AP  
 
18.09.2019 - 14:41

Eingi framstig eru gjørd við bretsku stjórnina um Brexit. Tí er stórur vandi fyri, at Bretland fer úr ES 31. oktober við ongari avtalu. Tað var høvuðsboðskapurin, tá ES-tingið viðgjørdi málið í Strasbourg fyrrapartin.

– Tíðin er farin at ganga undan, segði fráfarandi ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker.

Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur annars sagt, at stór framstig eru gjørd í samráðingunum við ES, serliga í spurninginum markið millum Norðurírland og Írland.

Bretar einki uppskot

Bretar eru ikki komnir við nøkrum uppskoti, ið skal tryggja, at markið millum Norðurírland og Írland ikki verður stongt, hóast Bretland fer úr ES, sigur formaðurin í ES-nevndini.

Jean-Claude Juncker legði kortini dent á, at ES hevur ongan áhuga fyri, at bretar fara úr samveldinum við ongari avtalu. 

– ES-nevndin er til reiðar at arbeiða dag og nátt í royndini at finna eina tekniska og politiska loysn, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286