Verjan sleppur framvegis at brúka floghavnina

Verjan sleppur framvegis at brúka floghavnina
Floghavnin í Kangerlussuaq í Grønlandi verður ikki niðurløgd hóast floghavnirnar í Nuuk og Ilullisat verða bygdar út til at verða altjóða floghavnir
Grønlendskir og danskir myndugleikar hava skrivað undir eina avtalu um, at danska verjan framvegis skal nýta floghavnina í Kangerlussuaq
Mynd: Wikimedia Commons  
 
19.09.2019 - 10:59

Grønlendskir og danskir myndugleikar hava skrivað undir eina avtalu um, at danska verjan framvegis skal nýta floghavnina, sum eisini kann brúkast til sivila loftferðslu.

Danska verjan skal umvæla floghavnina í Kangerlussuaq, reka og halda hana viðlíka, stendur í avtaluni. Verjumálaráðið hevur síðani í februar greinað tørvin í Kangerlussuaq í sambandi við Arktis. 

Floghavnin má umvælast

Veðrið í Kangerlussuaq er yvirhøvur støðugt, og tað hevur týdning fyri flogførini hjá verjuni, sum ofta eru minni enn sivilu flogførini. 

Tine Bramsen, verjumálaráðharri, sum skrivaði undir avtaluna fyri Danmark, veit ikki, hvussu nógv tað fer at kosta at umvæla floghavnina. Tað skal kannast nærri, sigur hon.

Semja er um, at grønlendskir myndugleikar framvegis skulu eiga floghavnina í Kangerlussuaq. Umleið 500 fólk búgva í Kangerlussuaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040