Viðgerðin skjótt liðug

Viðgerðin skjótt liðug
Umhvørvisstovan miðar eftir at verða liðug at viðgera innkomnu boðini til seinasta vindútboðið í næstu viku
Umhvørvisstovan bjóðaði feløgunum at søkja um loyvi bæði við Gellingarklett (á myndini) og eystan fyri lendið hjá bóndanum á Vatnaskørðum í Havn
 
20.09.2019 - 06:04

Tað sigur Ari Johanneson, stjóri á Umhvørvisstovuni. Tá freistin at lata boð inn fór 1. august, varð sagt, at viðgerðin fór væntandi at taka ein mánað.

Men hóast sjey vikur eru farnar, er eingin niðurstøða gjørd. Ein av orsøkunum er stóri áhugin fyri útboðnum. Tað hevur við sær, at málsviðgerðin tekur longur tíð enn væntað. 

Átta boð komu inn upp á útboðið í miðstaðarøkinum og tvey upp á útboðið á Eiði. SEV og Magn lótu tilboð inn á Eiði. Tey átta tilboðini í miðstaðarøkinum komu frá SEV, Magn og Vindrøkt.

Ari Johanneson sigur, at neyðturviliga er tað ikki so, at lægsti prísur vinnur eitt útboð, men hann vigar nógv. Tekniska loysnin vigar eisini, tá tilboðini verða viðgjørd, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454