– Tit hava stolið mínar dreymar og barndóm

– Tit hava stolið mínar dreymar og barndóm
Svenskur tannáringur helt røðu á veðurlagstoppfundi í New York í gjár
16 ára gamla Greta Thunberg úr Svøríki sigldi yvir um Atlantshavið til veðurlagstoppfundin í New York fyri at gera vart við dálkingina frá flogførum
 
24.09.2019 - 07:54

Veðurlagstoppfundur hevur verið í New York upp undir ST aðalfundin har. Men nógvir av heimins leiðarum komu ikki á fundin.

Frammanundan hevði ST-aðalskrivarin sett tað treyt, at tey, sum fingu orðið, skuldu kunna boða frá, hvat land teirra gjørdi fyri at minka um CO2 útlátið.

Á veðurlagstoppfundinum var svenska gentan, Greta Thunberg, millum tey, sum høvdu orðið.

Tannáringur revsar heimssamfelagið

– Hetta er púra skeivt. Eg átti ikki at staðið her, segði Greta Thunberg. Eg átti at gingið í skúla hinumegin Atlantshavið, tó - tit koma til okkum ungu eftir vón. At tit vága tykkum.

– Tit hava stolið mínar dreymar og barndóm mín við tykkara tómu orðum. Og tó eri eg ein av teimum hepnu. Fólk pínast og doyggja, tí heilar vistskipanir fara um koll.

 >> SÍ EISINI Skúlabørn kring heimin í veðurlagsverkfalli

– Náttúran hevur hóptýning í væntu, og alt tit tosa um eru pengar og ævintýrkendar søgur um búskaparvøkstur. Hvat hugsa tit fyri tykkum, spurdi Greta Thunberg millum annað á veðurlagstoppfuninum í New York.

Sjálv hevði hon siglt yvir um Atlantshavið í einum seglbáti fyri at gera vart til dálkingina frá flogførum.

Talan um eina neyðstøðu

– Vit eiga at lurta eftir skúlanæmingum sum Gretu Thunberg, segði Brian Hoskins, professari í veðurlagsfrøði á veðurlagstoppfundinum.

Talan er um eina neyðstøðu, segði hann, tí CO2 útlátið má minka niður í einki sum skjótast, og vit mugu laga okkum til tað, ið ikki slepst undan: at veðurlagið broytist.

Alheims veðurlagsstovnurin - WMO - sigur, at mongdin av vakstrarhúsgassum er vaksin 20 prosent í tíðarskeiðnum frá 2015 til 19 samanborið við undanfarnu fimm árini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040