68 fólk úr Kasakhstan handtikin í Noregi

68 fólk úr Kasakhstan handtikin í Noregi
Løgreglan handtók fólkini fyri brot á útlendingalógina
Løgreglan í Noregi tók í nátt 68 fólk úr Kasakhstan á eini eftirlitsvitjan í niðurlagda sjúkrahúsinum í Eidsvoll, slakar 50 kilometrar norðan fyri Oslo
Mynd: Tommy Gildseth, (CC-BY-SA)  
 
26.09.2019 - 08:17

Norska løgreglan hevur í nátt handtikið 68 útlendskar ríkisborgarar fyri brot á útlendingarlógina. Løgreglan kannaði ein bygning í Eidsvoll, har Stensby-sjúkrahúsið fyrr var.

Tey 68 fólkini vórðu handtikin tá løgreglan var á eftirlitsvitjan. Løgreglan sigur, at fólkini kanska verða víst úr landinum, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Tikin í niðurlagdum sjúkrahúsi

Í nátt hevur løgreglan flutt tey handtiknu frá niðurlagda sjúkrahúsinum til ymisk varðhald. Romerikes Blad skrivar, at Stensby-sjúkrahúsið varð selt í 2015. 

Ætlanin var at brúka bygninginum til akuttmóttøku til 1.000 flóttafólk, men íbúgvar í økinum mótmæltu ætlanini. Tá streymurin av flóttafólki til Noregs minkaði, slepti norska uttanríksráðið ætlanunum.

Núverðandi eigarar hava kunngjørt eina ætlan um at gera bygningin um til marglætisgistingarhús, men í løtuni verður niðurlagdi sjúkrahúsbygningurin brúktur sum motell, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227