Færri flóttafólk til USA

Færri flóttafólk til USA
Forsetin í USA fer at skerja talið av flóttafólkum, ið kunnu búseta seg í landinum, við næstan helvtini
 
27.09.2019 - 07:50

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at skerja talið av flóttafólkum, sum sleppa at búseta seg í landinum. Tað vísir nýtt upprit, sum forsetin fer at undirskriva, upplýsa Hvítu húsini, sambært Reuters.

Sambært uppritinum, skerjir Trump talið av flóttafólkum, sum sleppa at búseta seg í USA, úr 30.000, sum tað er nú, niður í 18.000.

Uppskotið váttar áhaldandi skylduna hjá USA at hjálpa fólkum í allari verðini, sum eru rikin burtur heiman, men samstundis halda vit eisini týdningarmiklastu skyldu okkara at verja og tæna amerikanska fólkinum, stendur í fráboðanini frá Hvítu Húsunum.

Til samanberingar lovaði undanfarna stjórnin við Barack Obama á odda í 2016 110.000 flóttafólkum at búseta seg í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227