Millardaavtala sendir fólk upp á mánan

Millardaavtala sendir fólk upp á mánan
Í seinasta lagi í 2024 skulu amerikanskir rúmdarmenn vera aftur á mánanum
Soleiðis sær tað út, rúmdarhylkið Orion, sum amerikanski rúmdarstovnurin, NASA, fyrireikar at senda fólk upp á mánan í
Mynd: NASA  
 
30.09.2019 - 15:26

Tað stendur í eini avtalu, sum amerikanski rúmdarstovnurin, NASA, hevur gjørt við flogverksmiðjuna, Lockheed Martin.

NASA hevur gjørt av at lata Lockheed Martin 20 milliardir krónur, so fyritøkan kann byggja fýra rúmdarskjól til rúmdarfólkini. Pláss verður fyri fýra rúmdarfólkum í hvørjum skjóli.

Avtalan ber í sær, at amerikanska virksemið á mánanum skal mennast. Tað hevur so aftur við sær, at nógvar kanningar skulu gerast, sum skulu slóða fyri at senda fólk á Mars, sigur stjórin í NASA, Jim Bridenstine.

Miðstøð byggjast á mánanum

Rúmdarskjólini skulu nýtast til at senda fólk upp á mánan og fáa tey heimaftur, og seinni til at senda fólk til Mars, og fáa tey heim aftur haðani.

Ein roynd við eini ómannaðari rakett skal gerast næsta ár, og í 2022 skal fyrsta mannaða rúmdarfarið sendast á mánan. Ein kvinna og ein maður skulu vera við í ferðini til mánan í 2022.

Ætlanin er at byggja eina miðstøð á mánanum, so fólk javnan kunnu ferðast millum mánan og jørðina, stendur í fráboðanini frá NASA, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227