Atsókn á finskum skúla: Ein dripin, fleiri særd

Atsókn á finskum skúla: Ein dripin, fleiri særd
Ein atsókn var á einum yrkisskúla í finska býnum Kuopio á døgurða
Ein atsókn á einum yrkisskúla í finska býnum, Kuopio, hevur higartil kravt eitt lív
Mynd: YLE  
 
01.10.2019 - 12:39

Eitt fólk hevur latið lív og níggju onnur eru særd í einari atsókn í einum yrkisskúla í finska býnum, Kuopio, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Eitt fólk er handtikið, og tey særdu eru koyrd á sjúkrahúsið í býnum, upplýsir løgreglan. Boðini um atsóknina komu klokkan 11:50 okkara tíð.

Økið, har skúlin er, er í løtuni avbyrgt. Atsóknin varð framd á einum yrkisskúla, ið er sambygdur við eina keypsmiðstøð í finska býnum, Kuopio.

Vitni siga, sambært Hufvudsstadsbladet, at gerningsmaðurin hevði svørð við sær inn á skúlan. Løgreglan váttar, at hon loysti skot av undir atsóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227