Størri enn Føroyar: Risa ísfjall loysnað

Størri enn Føroyar: Risa ísfjall loysnað
Eitt ísfjall, sum er 1.636 ferkilometrar stórt, er loysnað frá ísinum við Suðurpólin
Áðrenn og aftaná myndir av D28-ísfjallinum, ið er størri enn Føroyar, og sum er loysnað í Antarktis
Mynd: Copernicus Data/Sentinel-1/@Steflhermite  
 
02.10.2019 - 10:51

Í Antarktis er eitt meira enn 200 metrar høgt ísfjall loysnað. Ísfjallið, sum eitur D28, er 1.636 ferkilometrar til støddar, er 210 metrar tjúkt og vigar 315 milliardir tons.

Hetta er størsta ísfjall í meira enn 50 ár, sum er loysnað frá ísinum við Suðurpólin, í økinum, sum verður nevnt Ameryísurin, skrivar bretska BBC.

Ísfjallið, sum nú er loysnað í Antarktis, er undir neyvum eftirliti, tí tað er so stórt og kann verða til vanda fyri skipaferðsluna.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fylgisveinamyndirnar oman fyri vísa, hvussu ísfjallið loysnaði dagarnar frá 20. - 25. september (Myndagrafikkur: videnskab.dk)

Helen Fricker, professari við lærda háskúlan í Kalifornia, spáddi í 2002, at risastóra ísfjallið fór at loysna einaferð millum ár 2010 og 2015. 

Hon sigur, at veðurlagsbroytingar ikki eru orsøkin til, at D28-ísfjallið er loysnað frá Ameryísinum, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Bræðingin tekur fleiri ár

Upplýsingar frá fylgisveinum frá 1990 og fram til nú vísa, at Ameryísurin er í lutfalsligari góðari javnvág við umhvørvið, hóast stórur partur av yvirflatuni bráðnar um summarið.

Hóast nógv er at stúra um í Antarktis, so er eingin orsøk til alarm júst tí hetta ísfjallið er loysnað, sigur Helen Fricker við BBC.

Ameryísurin er sunnan fyri Indiahavið, og tað ganga helst fleiri ár, áðrenn ísfjallið er bráðnað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949