1,6 milliónir fólk flutt undan melduródn

1,6 milliónir fólk flutt undan melduródn
1.900 flogferðir eru avlýstar í Japan, har tað væntandi fer at regna hálvan metur upp á 24 tímar
Tað fer væntandi at regna ein hálvan metur upp á 24 tímar í Japan, nú melduródnin Hagibis ger um seg. Á myndini býurin Ise, miðskeiðis í landinum
Mynd: AP  
 
12.10.2019 - 10:29

Eitt fólk hevur latið lív og meira enn 1,6 milliónir fólk eru flutt burtur undan melduródnini Hagibis, sum kom inn yvir japansku strondina í dag.        

Melduródnin er stigað til at vera sera hørð, og longu nú eru avlýsingar. Millum annað er japanska Grand Prix'ið í Formel 1 avlýst. 

Eisini fleiri rugbydystir eru avlýstir og 1.900 flogfráferðir eru avlýstar. Í fleiri matvøruhandlum er nógvar hillar tómar, tí fólk hava lagt inn undir seg í gjár.

Ringasta melduródn í 30 ár

Heldur eingin tokferðsla er í dag, orsakað av melduródnini, sum er á veg inn yvir landið. Hagibis fer væntandi at raka Tokyo í kvøld.

Tá er vindferðin væntandi upp í 60 m/s, og hon hevur gloprarregn við sær, ávarar japanska veðurstovan um, tað fer helst at regna ein hálvan metur upp á 24 tímar.

Hetta er ringasta melduródn, sum hevur rakt Japan síðani ávaringarskipanin fyri melduródnir varð sett í verk í 1991.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025