Miðlar: Uppskotið til avtalu kunngjørt í morgun

Miðlar: Uppskotið til avtalu kunngjørt í morgun
Samráðingar hava verið í alla nátt millum ES og Bretland um eina nýggja Brexit-avtalu
Fleiri miðlar skrivaðu í gjár, at uppskotið til Brexit-avtalu verður kunngjørt í morgun
 
16.10.2019 - 08:05

Fleiri miðlar skrivaðu í gjár, at uppskotið til Brexit-avtalu verður kunngjørt í morgun. Sambært AFP-tíðindastovuni hava samráðingar millum ES og Bretland verið í alla nátt um eina nýggja Brexit-avtalu.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer væntandi at kunna stjórnina um gongdina í samráðingunum í nátt.

Samráðingarnar halda fram í morgun, skrivar BBC. Í London siga keldur á stjórnarskrivstovuni hjá Borisi Johnson, at nakað er eftir á mál.

ES-kommisserar kunnast seinni í dag

Samráðingarumboðið fyri ES, Michael Barnier, hevur sagt, at uppskot um avtalu skal liggja á borðinum í morgun, um ES-londini skulu hava møguleika fyri at meta um uppskotið undan toppfundinum, sum byrjar í morgin. 

Barnier fer seinni í dag at kunna ES-kommisserar og sendiharrar um støðuna í samráðingunum.

Draga samráðingarnar út og eingin avtala liggur á borðinum, siga embætisfólk, at samráðingarnar verður uppafturtiknar í næstu viku, og at kallað verður inn til nýggja toppfund. 31. oktober skal Bretland eftir ætlan fara úr ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418