Brexit-avtala fingin í lag

Brexit-avtala fingin í lag
ES og Bretland hava fingið eina avtalu í lag um Brexit. Tað skriva bæði Jean-Claude Juncker og Boris Johnson á Twitter
 
17.10.2019 - 11:04

– Hetta er ein rímilig avtala við javnvág fyri bæði ES og Stórabretland, og hon vitnar um okkara vilja til at finna eina loysn, sigur ES-nevndarformaðurin.

Jean-Claude Juncker, ES-nevndarformaður, viðmælir ES til, at góðkenna avtaluna á toppfundinum, sum verður í Brússel í dag.

– Vit hava fingið eina frálíka avtalu í lag, sum tryggjar okkum tamarhald. Nú átti Parlamentið at fullført Brexit leygardagin, so vit kunnu flyta okkum til onnur mál, skrivar Boris Johnson.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

 

Norðurírski stuðulsflokkurin hjá teimum konservativu, DUP, boða frá, at flokkurin framvegis ikki kann taka undir við avtaluni í verandi líki. Tað eru fleiri viðurskifti, sum stuðulsflokkurin ikki kann taka undir við. Millum annað toll- og MVG-viðurskifti.

Avtalan hjá Boris Johnson er treytað av, at ein loysn verður funnin viðvíkjandi markinum millum Norðurírland og Írland. Theresa May fekk ikki undirtøku fyri sokallaðu 'backstop' loysnini fyrr í ár. 

Nýggja uppskotið hjá forsætisráðharranum hevði merkt, at Norðurírland fær aðrar treytir enn restin av Bretlandi, og tað er millum annað hetta, sum DUP er stúrin um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531