Avgjøldini geva landskassanum størri inntøkur

Avgjøldini geva landskassanum størri inntøkur
Meirvirðisgjaldið á innfluttum vørum er 46 mió. kr. størri enn somu tíð í fjør.
Nýggju inntøkutølini eru hugaligur lesnaður hjá teimum, sum starvast í Fíggjarmálaráðnum
 
05.07.2013 - 11:45

Landskassin hevur fyrra hálvár fingið slakar 660 milliónir krónur í meirvirðisgjøldum av innfluttum vørum, vísir nýggj uppgerð frá Taks. Tað eru 46 milliónir kr. fleiri enn somu tíð í fjør. 

At inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum eru hækkaðar, hevur eisini við sær, at inntøkurnar frá innflutningsgjøldum eru vaksnar fyrra hálvár. Landskassin hevur higartil í ár fingið slakar 770 milliónir kr. í ymiskum innflutningsgjøldum samanborið við 722 milliónir í fjør.

Innflutningsgjøld eru punktgjøld, innflutningsmvg og toll avgjøld. 

Eisini umsetningsgjøldini eru hægri í ár. Umsetningsgjøld eru brennioljugjald, framleiðslugjald, skrásetingargjald og ferðaavgjald. Fyrstu seks mánaðirnar vórðu inntøkurnar frá hesum gjøldum 109 milliónir krónur, 12 milliónir hægri enn somu tíð í fjør. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659