Maður handtikin: Stakk fýra fólk við knívi

Maður handtikin: Stakk fýra fólk við knívi
Fýra fólk í Norðdepli vóru stungin av ungum manni í morgun. Maðurin varð handtikin fyrrapartin
Mynd: savnsmynd  
 
14.07.2013 - 14:45
Tað var tíðliga í morgun, at ein 18 ára gamal maður fór buldrandi inn í eini hús í Norðdepli og stakk eina gentu og ein drong við knívi. Tá tey bæði fóru rennandi inn í eini hús í grannalagnum, kom maðurin aftaná og stakk bæði mannin og konuna, sum búðu har.
 
Øll fýra fólkini vóru flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús, og sambært løgregluni eru tey ikki í lívsvanda. Maðurin, sum framdi álopið, er handtikin.
 
Enn veit løgreglan ikki, um handtikni maðurin kennir fólkini, sum hann hevur stungið. Tey fýra fólkini eru í familju.
 
Meira um hetta málið í útvarpstíðindunum klokkan 14.00.
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858