Nú sær svart út

Nú sær svart út
Føroyar taptu 3-1 fyri Álandi í flogbólti í kvøld. Úrslitið hevur við sær, at liðið skal vinna teir báðar írestandi dystirnar fyri at fáa heiðursmerkjapláss
Føroysku flogbóltsmenninir taptu 3-1 fyri Álandi
Mynd: Kári Sólstein  
 
17.07.2013 - 23:45

Áland vann 3-1 á Føroyum í flogbólti hjá monnum, og úrslitið hevur við sær, at nú sær svart út hjá føroysku flogbóltsmonnunum, tá tað kemur til at vinna heiðursmerki á oyggjaleikunum í ár.

Treytin er, at teir vinna teir báðar dystirnar, sum eru eftir í kappingini. Tann fyrri er móti Gotlandi, og tann seinni móti Saareemaa, sum er styrkismett ovast í flogbóltskappingini hjá monnum.

Tískil er tað vorðið sera trupult hjá flogbóltsmonnunum at ogna sær heiðursmerki á oyggjaleikunum hesaferð, men tað er framvegis ikki ógjørligt. 

Sett úrslitini í dystinum móti Álandi vóru: 26-24, 25-20, 20-25 og 21-25.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523