Reinsaríið verður spælistað

Reinsaríið verður spælistað
Reinsaríið í Havn verður nú gjørt um til eitt rútmiskt spælistað
Reinsaríið í Havn skal nýtast sum rútmiskt spælistað.
 
17.07.2013 - 09:45

Ætlanin er, at fyrstu konsertirnar í nýggja spælistaðnum kunnu verða um miðjan februar komandi ár.

Arbeiðið at umbyggja Reinsaríið til spælistað byrjar eftir ætlan í august, sigur Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi.

Húsavarðartænastan
Húsavarðartænastan átti lægsta tilboðið at gera bygningin til spælistað. Felagið bjóðar seg at gera arbeiðið fyri slakar 5 milliónir krónur uttan fyrivarni. Trý tilboð komu inn.


Tað er teknistovan Kontrast, ið hevur byggingina um hendi. Fyritøkan fer nú undir at samráðast við lægsta boðið. Síðani verður viðmæli lagt fyri býráðið at taka støðu til.

Bygt í 1830-unum
Reinsaríið varð bygt í 1830-unum. Síðani hevur pakkhús, reinsarí, vaskarí - og eina tíð eisini posthús húsast í bygninginum. Tórshavnar kommuna keypti bygningin fyri nøkrum árum síðani. Semja var um, at bygningurin skuldi varðveitast, og at hann skuldi nýtast til mentanarlig endamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377