Dómari: Tú ert ov vandamikil at vera úti

Dómari: Tú ert ov vandamikil at vera úti
Ariel Castro hevði Michelle Knight, Amanda Berry og Gina DeJesus sum fangar. Nú hevur hann fingið lívstíðardóm
Ariel Castro hevur í dag fingið lívstíðardóm. Haraftrat hevur hann fingið 1000 ára fongsulsrevsing.
 
01.08.2013 - 19:35

Ariel Castro er dømdur í fongsul fyri lívið í málinum, har hann var ákærdur fyri at hava hildið tríggjar kvinnur sum fangar og farið ógvuliga illa við teimum. Aftrat lívstíðardóminum hevur hann fingið 1000 ára fongsulsrevsing.


- Eg havi ongantíð dripið nakran, og eg eri ongin drápsmaður, segði Ariel Castro, tá hann fekk orðið í rættinum.


Michael Russo, dómari, svaraði Castro:


- Tú kennir teg sum eitt offur, og tað kanska tú vart sum barn, tað veit eg onki um. Men tú hevur gjørt onnur til offur. Hesar kvinnurnar skuldu havt frælsið at liva frítt. Tær skuldu ikki verið stongdar inni undir ræðuligum umstøðum, men áttu at liva lívið.

Eg eri samdur, segði Castro.

Tú gjørdi hetta ikki bara ta einu ferðina. Tú gjørdi hetta móti trimum ungum kvinnum. Vit hoyra teg siga, at tú kundi onki gera við tað. Títt vantandi innlit merkir, at tú framvegis ert ein stór hóttan fyri samfelagið. Tú hevur ikki uppiborið at vera úti í samfelagnum. Tú ert ov vandamikil, segði dómarin.

Russo segði eisini, at tað finst onki stað í heiminum, har tað er pláss fyri trælum.

- Tú kendi á tær, at tú ráddi yvir teimum, men tú tókst feil. Hesar undrunarverdu kvinnurnar hava aftur vunnið frælsið.


Nú byrjar títt helviti
Fyrr í dag tók ein av teimum trimum kvinnunum, sum vórðu hildnar fangar, orðið. Av teimum trimum, var Michelle Knights tann einasta , sum møtti í rættinum.

- Eg havi verið í helviti í ellivu ár, nú byrjar títt helviti, segði hon við pláguna og
brotsmannin, Castro.

Kelda: The New York Times, Aftenposten, ABC-news

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959