Sildakvotan: Føroyar gjørdu vart støðuna í 2011

Sildakvotan: Føroyar gjørdu vart støðuna í 2011
- Vit gjørdu vart við føroyska kravið um størri part av sildakvotuni longu undir samráðingunum á heysti í 2011. Tí kann okkara støða ikki koma óvart á nakran
- Vit gjørdu vart við føroyska kravið um størri part av sildakvotuni longu undir samráðingunum á heysti í 2011, sigur Andras Kristiansen við Sosialin.
 
08.08.2013 - 09:34

Tað sigur Andras Kristiansen, sum var samráðingarleiðari, í samrøðu við Sosialin.

Hann skrivaði eisini undir seinastu sildaavtaluna, sum gav Føroyum góð fimm prosent av heildarkvotuni.

Í ár hava føroyingar ásett sær sjálvum 17 prosent av heildarkvotuni, ella  góð 105.000 tons.

Gjørdu vart við støðuna
- Vit gjørdu vart við, at vit vóru ikki nøgdir við býtið. Eisini førdu vit fram, at vit vildu hava eina tilgongd at savna størri vitan um útbreiðsluna av norðhavssildini, sum skuldi brúkast sum grundarlag undir samráðingunum árið eftir, sigur Andras Kristiansen.

Hann sigur, at hetta kann skjalprógvast, tí skjøl eru í Fiskimálaráðnum.

Vann ikki frama
Men hvørki føroyska ynskið um at fáa størri part av kvotuni ella at fáa størri vitan um norðhavssildina vann frama millum hini strandarlondini, sigur Andras Kristiansen við Sosialin.

Í summar varð hann loystur frá uppgávuni at standa á odda fyri føroysku samráðingarnevndini um makrel og norðhavssild. Nýggjur samráðingarleiðari er Herluf Sigvaldsson, ráðgevi í Fiskimálaráðnum.

Andras Kristiansen stendur tó framvegis á odda fyri samráðingunum um annan uppsjóvarfisk umframt aðrar millumtjóða fiskivinnusamráðingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feard
209150
Mánadag 10. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558