Í minsta lagi 100 fólk deyð í Kairo

Í minsta lagi 100 fólk deyð í Kairo
Trygdarstyrkir í Kairo skulu hava skotið í minsta lagi 100 fólk til deyðis hetta seinasta samdøgrið. Tað hendi, tá trygdarlið ruddaðu tvær mótmælislegur hjá viðhaldsfólkum hjá frákoyrda forsetanum, Muhammed Mursi
Trygdarlið hjá egiptisku stjórnini hava seinasta samdøgrið ruddað tvær mótmælislegur.
 
14.08.2013 - 12:06

Miðeystur-tíðindamaðurin hjá Sky, Sam Kiley, sigur frá aðrari leguni, Rabaa al Adawiya, at skotini hava dunað leingi. Sam Kiley sigur, at stjórnarstyrkirnar nýta vápn sum maskinbyrsur, M16, AK-47, og skotið verður beint inn í mannamúgvurnar.


- Í leguni eru nógv fólk, eisini kvinnur og menn, men enn havi eg ongan sæð við vápnum í sjálvari leguni, sigur Sam Kiley.


Hann sigur, at alt er reinur ruðuleiki og blóðbaðið er ógvusligt.


- Hetta er tað ógvusligasta, eg havi verið út fyri. Hetta minnir ikki sørt um blóðbaðið í Rwanda á sinni, sigur tíðindamaðurin, Sam Kiley, við Sky-News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985