Búskaparráðið: Tiltøkini skerja ikki hallið í landskassanum

Búskaparráðið: Tiltøkini skerja ikki hallið í landskassanum
Búskaparráðið kunnger í hesi løtu nýggjastu frágreiðingina. Ráðið heldur ikki, at nóg nógv verður gjørt til tess at fáa hallið í landskasssanum burtur. Les niðanfyri samandráttin í frágreiðingini frá Búskaparráðnum
Sverri Hansen er formaður í Búskaparráðnum
 
06.09.2013 - 08:34

Í útgangsstøðuni er føroyski búskapurin í einum lágkonjunkturi við lítlum búskaparvøkstri, halli á almennu roknskapunum, og vaksandi almennari skuld.

Í seinastuni hava tó fleiri sjálvstøðugir indikatorar givið ábendingar um eina spakuliga uppgongd úr lágkonjunkturinum. Búskaparráðið væntar ein vøkstur í 2013 í leypandi prísum á útivið 3% og nakað tað sama í 2014.

Røkka ikki málinum

Við bert at koma burtur úr núverandi lágkonjunkturi røkka vit ikki málunum um at basa arbeiðsloysinum og fáa fleiri kappingarfør arbeiðspláss, ið kunnu skapa fólkavøkstur. Hetta er fortreyt, men meira krevst.

Eitt átrokandi mál er, at  landskassin hevur havt rakstrarhall síðan 2008, og skuldarbyrðan hjá landskassanum er tí vaksin. Seinastu  roknskapirnir benda á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki bera á mál.

Hallið hjá landskassanum fyri 2012 gjørdist 335 mió. kr., og hallið vaks tí sammett við 2011, tá hallið var 322 mió. kr. Krøvini til at fáa fíggjarliga javnvág upp á styttri sikt kundu møguliga verið rokkin við tilfeingisgjaldi, størri avgjaldi á aliloyvum, og við at strika ella avmarka skatta-asymetriir og frádráttir og stuðulsskipanir, ið gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum. Afturat hesum kemur at føroyski búskaparpolitikkurin upp á longri sikt neyvan er haldførur.

Hetta tørvandi haldføri veksur um  avbjóðingarnar, tá tað snýr seg um at fremja átøk til tess at skapa produktivitets- og búskaparvøkstur, ið kann byrgja fyri fólkatalsminking.
 
Fíggjarliga haldførið í Føroyum finnist neyvan upp á longri sikt, tá fyriliggjandi útrokningar vísa at talið av eldri fólki er tvífaldað (2030-40). Hetta var staðfest longu í 2009 av einum arbeiðsbólki undir fíggjarmálaráðnum Sama er staðfest fyri Grønland.

Grønlands fíggjarpolitikkur er sera langt frá at vera haldførur upp á longri sikt. Øvugt er danski fíggjarpolitikkurin haldførur upp á longri sikt, danir hava í sínum búskaparpolitikki tikið hædd fyri eini tvífalding av talinum av eldri fólki.

Pensjónssamansparingin

Ein onnur forðing fyri fíggjarliga haldførinum upp á longri sikt er lága føroyska pensións-uppsparingin. Pensións-uppsparing føroyinga við árslok 2011 var 7,7 mia. kr., og skuldi hon verið 29 mia.kr., um vit lutfalsliga (eftir fólkatalinum) høvdu eins nógv í uppsparing sum danir (ella íslendingar). Áttu vit hesar 29 mia. kr., hevði stórur partur av teimum verið ogn hins almenna sum útsettur skattur, og sum hevði fallið til gjaldingar júst tá brúk var fyri peninginum til at fíggja inntøkuflytingar og vaksandi tænastuveitingarnar til vaksandi talið av eldri fólkum.

Umframt at ávirka fíggjarliga haldførið hevði ein størri føroysk pensións-uppsparing havt týdning fyri nógv onnur búskaparlig viðurskifti í Føroyum. Áttu føroyingar t.d. 29 mia. kr. í pensións-uppsparing, so hevði onkur av hesum milliardum funnið veg til lønsamar íløgur í.
                                                      
Fíggjarmálaráðið 2009: Uppskot til eina haldføra pensiónsskipan fyri Føroyar - 4 - føroyska vinnulívinum. Minni tørvur hevði tá verið á útlendskum kapitali í Føroyum, t.d. til útbygging av undirstøðukervi ella útbygging av grønari orkuframleiðslu í Føroyum. Skatting av pensiónum við inngjaldi bøtir ikki fíggjarliga haldførið upp á longri sikt, men tað øvugta. 

Kann ikki standa einsamøll

Við nýggju skipanini fyri eftirlønaruppsparing, ið líðandi verður sett í verk frá komandi nýggjári, verður tíðarfreistin alt ov stutt at spara munandi upphæddir áðrenn demografisku broytingarnar fara at gera seg galdandi. Ein slík skipan kann tí ikki standa einsamøll. Jú seinni byrjað verður við tillagingum til tess at skapa fíggjarligt haldføri, jú tyngri og víðgongdari kann endaliga upptakið gerast.

Eru tillagingar á røktarheimsøkinum í 2013 truplar, verður tað munandi meira møtimikið um 20-25 ár, um onki verður gjørt. Í eini komandi útgávu ætlar Búskaparráðið at leggja fram eina neyvari greining av fíggjarliga haldførinum hjá Føroyum fram móti 2040, og at viðgera møgulig tiltøk.

Búskaparráðið hevur ferð eftir ferð í sínum frágreiðingum síðan ár 2000 mælt til at fiskidagar og kvotur vórðu seldar á uppboði, soleiðis at tilfeingisrentan í størst møguligan mun fall landinum í lut sum inntøka, samstundis sum ein avregulering fór fram í fiskivinnuni. Mælt hevur eisini verið til størri avgjøld fyri aliloyvi.

Vinnan og politiska skipanin sýnast at hava viðurkent, at tilfeingisgjøld so ella so mugu vera partur av eini búskaparpolitiskari loysn. Búskaparráðið er av teirri fatan, at tíðin nú er komin til at útgreina eina praktiska, tekniska og umsitingarliga loysn fyri hvussu ætlanin er at uppkrevja tilfeingisgjøld, herundir hvussu gjaldið kann skipast og eftirroknast. Eisini má atlit takast fyri hvussu gjaldið gerst ein partur í samlaða almenna búskapinum. Avlopini í
tilfeingisvinnuni hava í søguligum høpi sveiggjað nógv, og tí má eisini í framtíðini roknast við ójøvnum tilfeingisinntøkum.
 

Dupultskattaavtala

Ráðið eftirlýsir eina endurskoðan av dupultskatta-avtalum við onnur lond við atliti til at styrkja inntøkugrundarlagið hjá tí almenna. Krøvini til fíggjarliga javnvág upp á styttri sikt kundu møguliga verið rokkin við tilfeingisgjaldi, størri avgjaldi á aliloyvum, og við at strika ella avmarka skatta-asymetriir og frádráttir og stuðulsskipanir, ið gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum.

Samanumtikið benda greiningar ráðsins av langtíðar-gongdini í búskapinum á at vit eru inni í eini bygnaðarligari umbroyting har arbeiðspláss verða niðurløgd og nýggj arbeiðspláss ofta ikki verða skapt aðrastaðni  í búskapinum. Samstundis er merkisvert at staðfesta at prís-deflateraða miðallønin í  Føroyum sum heild hevur verið stagnerandi seinastu 10 árini – tvs. ein 0-vøkstur í heili 10 ár. Hetta bendir á eitt stagnerandi BTÚ í føstum prísum hesi seinastu 10 árini.

Búskaparráðið metir at trupulleikin við fólkatalsgongdini stavar frá trótandi kappingarførum arbeiðsplássum. Bati hendir ikki uttan búskapar- og produktivitetsvøkstur í Føroyum. Avbjóðingarnar her eru eyka stórar, tí trygd hava vit onga fyri at arbeiðspláss, sum vegna produktivitets-vøkstur verða niðurløgd í føroysku útflutningsvinnuni, verða - 5 - javnað aftur við nýggjum arbeiðsplássum í øðrum vinnum í Føroyum. Flestu útjaðarar missa arbeiðspláss til miðstaðarøki.

Væntandi verður hall á rakstrarsíðu gjaldsjavnanum í 2012. Hallið stavar frá stórum skipa- og flogfarainnflutningi hetta árið. Annars hevur vaksandi útflutningurin frá uppisjóvarveiðuni og alivinnuni stórliga ávirkað úrslitini á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans seinastu árini, og hetta hevur saman við lønarinntøkum úr útlondum vigað upp ímóti kreppustøðuni í botnfiskaveiðuni undir Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982