- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bankakreppan í Danmark: 17 fólk høvdu avgerandi leiklut
17 fólk høvdu ein avgerandi leiklut í, at fleiri danskir peningastovnar fóru av knóranum av fíggjarkreppuni.Tað stendur í eini frágreiðing, sum ein nevnd júst hevur almannakunngjørt. Í frágreiðingini stendur, at Fíggjarligt Støðufesti mátti yvirtaka 12 peningastovnar, tí teir ikki klárarðu seg sjálvar.
1700 partafeløg
Víst verður á, at tað vóru nøkur fá fólk, sum ígjøgnum 1700 ymisk partafeløg høvdu høvuðsábyrgdina av, at peningastovnarnir noyddust at avskriva ovurstórar upphæddir. Frá 2008 til 2011 eru avskrivaðar 16 miljardir kr., sum hesi somu fólkini høvdu ábyrgdina av.
Eitt av málunum er um eitt ávíst tal av ognarspekulantum, sum seldu ognir sínámillum fyri ovurhonds stórar upphæddir, ið vóru langt oman fyri marknaðarprísin. Teir nýttu sonevnd pantibrøv til handilin, og læntu so fleiri pengar. So nógvar, at fleiri av peningastovnunum ikki fingu fótað sær, tá bústaðarmarknaðurin rapaði.
21 miljardir læntar út
Stutt undan fíggjarkreppuni, seint í 2007, vóru útlánini til tann bólkin av fólkum 21,1 miljard kr. Tað svarar til, at hvør peningastovnur lænti 14 prosent av sínum útlánum til teirra. Hjá Roskilde bank og Amagervbankanum var talan um meir enn 20 prosent av útlánunum.
Í frágreiðingini verður víst á, at alt byrjaði skilagott. Men sum samskiftið við hesi fólkini vaks, gloymdu peningastovnarnir at síggja skeivleikarnar, hóast útlánini fingu slagsíðu.
Ein onnur orsøk er helst, at hvørki peningastovnarnir ella Fíggjareftirlitið høvdu fult tamarhald á gongdini, tí eingin samlað uppgerð fanst fyri virksemið hjá fólkunum.
Avskrivaðu 174 miljardir
Í frágreiðingini verður upplýst, at frá 2008 til 2011 avskrivaðu peningastovnarnir tilsamans 174 miljardir kr. Tjóðbankin vil vera við, at vøksturin í danska búskapinum hesi árini hevur verið meir enn tvey prosentstig minni, enn hann hevði verið, um fíggjarkreppan ikki kom.
Tað hevur við sær, at 200 miljardir kr. eru mistar í virksemi í Danmark. Og í frágreiðingini verður sagt, at samlaða tapið hjá Danmark var 400 miljardir kr. av fíggjarkreppuni. Aftrat tí kemur, at almenna skuldin er vaksin, og arbeiðsloysið er økt.