Sjúkrarøktarfrøðingar krevja svar

Sjúkrarøktarfrøðingar krevja svar
Halda útsagnirnar hjá landsstýrismaðurin í heilsumálum vera óhepnar
 
04.10.2013 - 14:30

Eftir útsagnina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, í Kringvarpinum, um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum, hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sent honum eitt skriv um, at vit ynskja nærri kunning, sigur forkvinna felagsins, Óluva í Gong, í tíðindaskrivi.

Tær fegnast um, at Karsten Hansen nú byrjar eina tilgongd har han ætlar at viðgerða spurningin grundiga og gjølla saman við avvarandi pørtum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil tó gera vart við, at vit halda at tað er ómetaliga óheppið alment at koma við slíkum útsøgnum.

Framferðarhátturin sum  landsstýrismaðurin hevur valt, skapar óneyðugan ótryggleika og øsing á arbeiðsplássunum á heilsuøkinum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar metir hetta vera eitt álvarsmál.

Um Føroyska heilsuverkið framhaldandi skal bjóða viðgerð og røkt á høgum fakligum støði, er neyðugt við fakligari leiðslu við høgum fakligum kunnleika.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer í næstum at kalla allir limir í leiðandi størvum til fundar at viðgerða hesa álvarsligu støðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815