Kæra ES til WTO

Kæra ES til WTO
Landsstýrið fær fulltrú frá danska uttanríkisráðnum at kæra, tí Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO
 
28.10.2013 - 10:14

Á Løgmansskrivstovuni fara tey fyrsta dagin at gera av, nær rætta løtan er at kæra handilsstongsulin hjá ES til WTO, heimshandilsfelagsskapin.

Landsstýrið fær fulltrú frá danska Uttanríkisráðnum til at kæra, tí Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina og Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um ætlanina hjá landsstýrinum at kæra ES til WTO.

Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, sigur, at í hesari vikuni verður avgjørt, nær rætta løtan er at senda kæruna.

Ein gerðarrættur skal eisini viðgera ES-boykottið móti Føroyum, sum nú hevur vart í tveir mánaðir.

Har hava Føroyar og ES tilnevnt hvør sín dómara. Nú skulu tveir dómarar afturat finnast til gerðarrættin.

Tá fýra dómarar eru í gerðarrættinum, skulu teir velja fimta dómaran.

ES hevur tilnevnt eysturríkaran Gerhard Hafner, professara í altjóða rætti, og Føroyar hava fingið kilska professaran, Francisco Orrego Vicuna, sum gerðarrættardómara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541