Kanningarstjórin má bíða

Kanningarstjórin má bíða
Fundurin í Landsstýrismálanevndini, sum skuldi vera í dag, er útsettur til í næstu viku
 
30.10.2013 - 11:58

Tað verður ein løta enn, áðrenn kanningarstjóri verður settur at viðgera Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen.

Fundurin hjá Landsstýrismálanevndini, har sum nevndin skuldi orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum, sum skal kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um Eysturoyartunnilin, varð av ongum í dag.

Fundurin verður ikki fyrr enn mikudagin í næstu viku, sigur forkvinnan í nevndini, Sirið Stenberg.

Orsøkin er, at umsitingin hjá løgtinginum hevur nógv at gera hesar dagarnar, tí seinasta freist at leggja fram lógaruppskot, sum skulu koma í gildi 1.januar, er mánadagin.

Tá Landsstýrismálanevndin hevur orðað arbeiðssetningin, biður hon løgtingsformannin finna kanningarstjóran, sum skal vera ein óheftur løgfrøðingur.

Landsstýrismálanevndin avgjørdi sjálv at kanna Kára P. Højgaard, og Høgni Hoydal, løgtingsmaður, sendi nevndini kæru um løgmann.

Harafturat hevur nevndin fingið kæru frá einum borgara, sum kærir um, at innlit ikki fæst í málið um Eysturoyartunnilin.

Men tann kæran er beind til Løgtingsins umboðsmann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329