200.000 krónur til Filipsoyggjarnar

200.000 krónur til Filipsoyggjarnar
Illveðursraktu Filipsoyggjar fáa nú 200.000 krónur í neyðhjálp úr Føroyum
 
12.11.2013 - 12:13

Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum umsitur pengarnar hjá landsstýrinum til neyðhjálp, hevur gjørt av, at 200.000 krónur skulu latast til Filipsoyggjarnar.

Neyðhjálpin, sum almennu Føroyar nú veitir, verður latin Reyða Kross Føroya, sum síðani sendir hana til neyðhjálpararbeiðið í Filipsoyggjunum.

Endamálið við stuðulsupphæddini skal vera at veita bráðfeingis hjálp til tey mongu, ið eru komin í neyð av ódnini, sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi.

Ódnin sum rakti Filipsoyggjarnar um vikuskiftið, er tann harðasta sum nakrantíð hevur rakt land. Vindferðin var einar 88 metrar um sekundið, og í hvirlunum uppí 110 metrar um sekundið, upplýsa myndugleikarnir.

Enn er ógreitt, hvussu nógv fólk hava latið lív í ódnini, men fyribils metingar siga í minsta lagi 10.000 deyð og fleiri enn 11 milliónir fólk er rakt av ódnini so ella so.

ST heitur í dag á heimssamfelagið at lata 301 milliónir dollarar, ella 1,7 milliardir krónir, til neyðhjálpararbeiði í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871