Enn eitt arbeiðsóhapp á Faroe Pelagic

Enn eitt arbeiðsóhapp á Faroe Pelagic
Seinnapartin týsdagin datt ein kvinna, sum vaskaði í pakkirúminum, tveir metrar niður úr einum torni, og varð flutt á skaðastovuna
 
14.11.2013 - 15:38

Enn eitt arbeiðsóhapp hevur verið á Faroe Pelagic í Kollafirði.

Seinnapartin týsdagin datt ein kvinna, sum vaskaði í pakkirúminum, tveir metrar niður úr einum torni, og varð flutt á skaðastovuna.

Hetta er 17. ella 18. arbeiðsóhappið á Faroe Pelagic, sum Arbeiðseftirlitið hevur fingið boð um seinasti árini.

Síðani í vár hevur virkið í Kollafirði verið undir herdum eftirliti, og Arbeiðseftirlitið hevur víst á 33 ymisk viðurskifti á virkinum, sum leiðslan treytaleyst hevur gingið undir at broyta, til tess at tryggja arbeiðsumhvørvið.

Hóast óvanliga mong arbeiðsóhapp, hevur virkisleiðslan á Faroe Pelagic sýnt góðan samstarvsvilja at seta tiltøk í verk, eisini eftir seinasta óhappið, sigur Leivur Persson, leiðari á Abeiðseftirlitinum.

Ein meting skal eisini gerast av øllum arbeiðsplássinum í Kollafirði. Tað verða uttanhýsis ráðgevar, sum fara at gera hesa metingina, og Arbeiðseftirlitið skal góðkenna ráðgevararnar frammanundan, sigur Leivur Persson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457