Privat felag framleiðir nýggjárssending fyri KVF

Privat felag framleiðir nýggjárssending fyri KVF
Óheftnið í tíðindaflutninginum verður betur tryggjað, lovar KVF-stjórin, nú almenna Kringvarpið aftur samstarvar við privat felag um nýggjárssending
 
15.11.2013 - 13:51

Kringvarp Føroya (KVF) gjørdi í fjør eina samstarvsavtalu við eitt privat framleiðslufelag um at standa fyri nýggjárssendingini.

Aftaná sendingina tók eitt ávíst kjak seg upp um leiklutin hjá KVF, og um hvørt tað var rætt av KVF at lata eitt privat felag framleiða sendingina.

Sambært Dia Midjord, stjóra í KVF, so hevur KVF eftirmett tiltakið og samstarvið við privata felagið, og avgjørt er at endurtaka nýggjárstiltakið frá Hotel Føroyum við ávísum broytingum.

- Leiðslan í Kringvarpinum er nøgd við dygdina í sendingini í fjør og heldur, at tað var eitt gott hugskot at seta saman eina skrá, sum fevndi um alt kvøldið. Á tann hátt fær hyggjarin høvi til at samanseta sítt egna nýggjárskvøld, samstundis sum tað er møguleiki fyri at fylgja við nýggjárssendingini, skrivar Dia Midjord, stjóri, í tíðindaskrivi.

Tó hevur Kringvarpið hesaferð sett sum treyt, at Kringvarpið skal stíla fyri partinum av sendingini, sum hevur við tíðindaflutning, løgmansrøðuna og politiska kjakið aftaná at gera.

Óheftnið hjá KvF skal vera óskalað, lovar Dia Midjord, KVF-stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343