- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nelson Mandela deyður

Fyrsti demokratiskt valdi forsetin í Suðurafrika, Nelson Mandela, andaðist í kvøld, 95 ára gamal, eftir drúgva sjúkralegu, í heimi sínum í Johannesburg.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2013/12/05/heimurin-minnist-mandela-sameindi-heimi... sameindi heimin

Nelson Mandela gjørdist heimskendur fyri stríð sítt móti rasistiska apartheidstýrinum, ið setti dám á Suðurafrika fram til 1994, tá Mandela sjálvur gjørdist forseti í landinum.

Fongslaður í 27 ár

Tað var ikki uttan kostnað, at Nelson Mandela stríddist móti apartheidstýrinum í Suðurafrika, tí hann sat fongslaður ein stóran part av lívi sínum.

Í 1990 hevði Nelson Mandela sitið fongslaður á Robben Island í 27 ár fyri uppresistrarsinni sítt mótvegis apartheidstýrinum í landinum.

Í summar gjørdist Nelson Mandela álvarsliga lungnasjúkur. Útlendskir miðlar skrivaðu í summar, at tað gekk fram á við heilsuni, men Mandela kom ikki fyri seg aftur.

SÍ EISINI Amnesty takkar Mandela

Seinast, Nelson Mandela steig fram alment, var til HM-kappingina í fótbólti, ið varð hildin í Suðurafrika í 2010.