Ætla at vetrarfriða Fjalshaga í Vestmanna

Ætla at vetrarfriða Fjalshaga í Vestmanna
Vestmanna kommuna hevur samtykt uppskotið, men hagastýrið viðger ikki friðingina fyrr enn eftir jól
 
16.12.2013 - 15:48

Vestmanna bygdarráð viðgjørdi í síðstu viku eitt mál um at vetrarfriða Fjalshaga.

Umsitingin hjá kommununi hevur í eina tíð samráðst við umboð fyri Fjalshaga um at friða part av vetrarbitinum hjá haganum. Úrslitið av samráðingunum varð viðgjørt á bygdarráðsfundinum, har bygdarráðið samtykti uppskotið.

Málið er ikki endaliga samtykt av eigarunum í Fjalshaga. Hagin skal ætlandi viðgera uppskotið á hagafundi millum jól og nýggjár.

 

Eisini Neshaga

Fundur hevur eisini verið við Neshaga. Avtalað varð, at kommunan ger fullfíggjað uppskot til hagan at leggja fyri hagastevnu komandi vár. Triði hagin, sum eisini hevur rætt til vetrarbit, er Heygahagi fremra helvt.

Arbeiðið at hegna seyðin úti verður helst ikki byrjað, fyrr enn allir tríggir sáttmálar eru undirskrivaðir, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541