Vága Floghavn grundgevur ikki fyri tollfríu søluni

Vága Floghavn grundgevur ikki fyri tollfríu søluni
Tað er best fyri flogvøllin og flogvinnuna, at flogvøllurin sjálvur hevur tollfríu søluna, sigur Vága Floghavn í frágreiðing
 
14.01.2014 - 14:47

Stórt arbeiði lá aftan fyri tilboðini, sum Vága Floghavn fekk upp á tollfríu søluna á flogvøllinum. Nógv tíð, nógv orka og nógvir pengar eru brúktir til at gera tilboðini.Tað viðgongur P/f Vága Floghavn. Men kortini kundi felagið einki tilboð brúka. Felagið avgjørdi at brúka rættin, sum tað tilskilaði sær í útbjóðingini, at avlýsa útboðið.

Vága Floghavn hevur givið Vinnumálaráðnum frágreiðing, eftir at Smyril Line gjørdi vart við ónøgd sína.Smyril Line átti besta boðið upp á tollfríu søluna.

Klárt at skriva undir

Sambært Smyril Line vóru samráðingarnar við Vága Floghavn lidnar, og klárt var skriva undir sáttmálan, tá Vága Floghavn avlýsti útboðið, tí nú skuldi Vága Floghavn sjálv selja tollfrítt, og vørurnar skulu keypast frá heilsøluni Heinemann, sum Smyril Line brúkti í sínum tilboði.Smyril Line stendur eftir við einari rokning upp á nakrar hundrað túsund krónur, sum vórðu brúktar til at gera tilboðið.

Vága Floghavn sigur í frágreiðing sínari til Vinnumálaráðið, at henni nýtist ikki at grundgeva fyri avgerð sínari. Niðurstøðan var, at besta loysnin fyri flogvøllin og føroyska flogvinnu er uttan fyri karmarnar um útboðið. Tí varð útboðið avlýst.  

Vinnumálaráðið skuldi viðgera frágreiðingina frá P/f Vága Floghavn í dag. Men Vinnumálaráðið, sum varðar av øllum partapeninginum í felagnum, fer neyvan at leggja seg útí, hvussu nevnd og leiðsla reka felagið.

Ikki kærumyndugleiki

Vinnumálaráðið velur nevndina í felagnum á aðalfundinum. Annars fær P/f Vága Floghavn frið fyri Vinnumálaráðnum. Vinnumálaráðið er ikki kærumyndugleiki hjá teimum, sum eru misnøgd við Vága Floghavn. Eingin kærumyndugleiki er.    

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at har gera tey ikki meira við málið. Tey fáa ikki gjørt annað enn at vísa Vinnumálaráðnum á ónøgdina við framferðina hjá Vága Floghavn. Og tað hevur Smyril Line gjørt, sigur stjórin. 

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981