Stieg Larsson kannaði Palme-morðið

Stieg Larsson kannaði Palme-morðið
Kendi svenski krimihøvundurin, Stieg Larsson, kannaði morðið á Olof Palme. Tað vísa skjøl, sum Svenska Dabbladet hevur fingið.
Olof Plame varð skotin til deyðis 28 februar í 1986.
 
25.02.2014 - 09:54

Langt áðrenn bøkur hansara um Lisbeth Salander vórðu givnar út, og áðrenn hann stovnaði vinstraradikala tíðarritið, Expo, men meðan hann kannaði nasistar og høgravíðgongd, byrjaði journalisturin og rithøvundurin, Stieg Larsson, eisini at vísa áhuga fyri Palme-morðinum.

Vanlukka fyri svenskan politikk

- Morðið á Olof Palme var ein vanlukka fyri svenskan politikk, og tí vísti Stieg Larsson stóran áhuga fyri morðinum, sigur Eva Gabrielsson, unnusta hjá Stieg Larsson.

Og kanningarnar hjá Larsson góvvu ítøkilig úrslit. Svenska Dagbladet avdúkar í dag upplýsingar, sum Stieg Larsson gav Palme-granskingarnevndini.

Høgravíðgongd

Stieg Larsson endaði skjótt í høgravíðgongda umhvørvinum. Væl hjálptur av bretska tíðarritinum, Searchlight, kom Stieg Larsson í 1986 og 1987 fram á fyrrverandi heryvirmann, njósnara fyri apartheidstjórnina í Suðurafrika, og fyrrverandi leiguhermannin, Bertil Wedin.

Ongantíð avhoyrdur

Svenska kanningarnevndin fekk allar upplýsingar frá Stieg Karlsson, eisini um mistankan til Bertil Wedin. Wedin var kendur í svenska høgravíðgongda umhvørvinum. Men Bertil Wedin varð ongantíð avhoyrdur.

- Tá eg hoyrdi um morðið á Olof Palme, fór eg beinanvegin at hugsa um, hvørt eg mundi fara at verða mistonktur og skuldsettur. Men eg hevði onki við morðið at gera, sigur Bertil Wedin, sum í dag býr í turkiska partinum á Kýpros. Og tann parturin av Kýpros hevur onga útflýggingaravtalu við onnur lond.

Kelda: Aftenposten/Svenska Dagbladet

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290