Luftdálkingin í Beijing verri enn á nøkrum sinni

Luftdálkingin í Beijing verri enn á nøkrum sinni
Seinastu vikuna er luftdálkingin í Beijing versnað so nógv, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstanum í løtuni
Luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum er nú so umfatandi, at heilsuvandi er fyri íbúgvarnar í milliónabýnum
Mynd: AP  
 
26.02.2014 - 15:22

Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur nú tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum, sambært eini nýggjari frágreiðing, ið gjørd er.

Luftdálkingin er nú so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda.

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd, skrivar Jyllands Posten.

Milliardir eru longu brúktar

Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini.

Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum.

Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast.

Luftdálkingin hóttir ferðavinnuna

Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir nú eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing.

Fyrra hálvár í 2013 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2012. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina.

Í januar í ár var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum, WHO. Sýnið í Beijing er í løtuni í støðum minni enn 200 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139