Viktor Janukovitsj stígur nú alment fram

Viktor Janukovitsj stígur nú alment fram
Fyrrverandi forsetin í Ukraina, Viktor Janukovitsj, segði á tíðindafundi fyrr í dag, at hann var til reiðar at stríðast fyri land sítt
Viktor Janukovitsj, fyrrverandi forseti í Ukraina, steig í morgun alment fram fyri fyrstu ferð, síðan hann flýggjaði til Krim hálvoynna í farnu viku
Mynd: AP  
 
28.02.2014 - 14:15

Viktor Janukovitsj segði á tíðindafundinum, at talan var ikki um eina kollvelting, men at hann varð noyddur at flýggja úr Ukraina av einum minniluta, ið hótti hann eftir lívinum.

Janukovitsj sigur, at fyribils lóggávutingið, ið er sett, er ólógligt og er mannað av ungum fasistum, sum bert er umboðað av einum minniluta av fólkum í Ukraina.

SÍ EISINI Ukraina heitir á Trygdarráðið hjá ST um hjálp

Í morgun ákærdi Russland Ukraina fyri at hava skipað fyri eini vápnaðari innrás, tá tveir flogvallir á Krim hálvoynni vórðu hertiknir - ein almennur og ein hernaðarligur.

Var til reiðar at verja Ukraina

Viktor Janukovitsj sigur, sambært BBC, at ætlan hansara ongantíð var at flýggja úr Ukraina, tá ófriðurin var í hæddini, men at hann kendi seg noyddan at flýggja.

- Tað, sum nú gongur fyri seg, er lógloysi, væntandi virðing fyri myndugleikunum og beinleiðis yvirgangur, segði Janukovitsj á tíðindafundinum fríggjamorgunin.

Einasti vegurin, úr kreppuni hjá Ukraina, er at seta í verk avtaluna, Janukovitsj í farnu viku skrivaði undir við tríggjar andstøðuleiðarar, verður hann endurgivin fyri at siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713