30.000 russiskir á Krim

30.000 russiskir á Krim
Russar hava nú 30.000 hermenn á Krim-hálvoynni. Tað sigur ein ráðgevi fyri ukrainsku marknavørðarnar sambært DR.
 
07.03.2014 - 19:00

Seinastu vikurnar hava nógvar gitingar verið um, hvussu nógvir russiskir hermenn munnu vera á umstríddu hálvoynni.

Nýggja talið 30.000 er meira enn tvífalt so nógv, sum stjórnin í Ukraina higartil hevur boðað frá.

Tjóðartingið á Krim samtykti í gjár at loysa frá Ukraina og innlima seg í Rusland í staðin.

Tjóðartingið hevur avgjørt, at leggja málið út til fólkaatkvøðu um 10 dagar.

Bæði ES og USA hava fordømt russisku innrásina í Ukraina.

ES avgjørdi á toppfundi í gjár at heita á Rusland um alt fyri eitt at taka hermegi sína út úr Ukraina og lova altjóða eygleiðarum inn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mánadag 26. mai
3-2 (26. mai 2025)
192422